- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um nýtt barnaheim í Havn til hoyringar
Barnaheimið er partur av einari samlaðari íløguætlan, sum eisini fevnir um vardar bústaðir og bústovnar til fólk, ið bera brek.
Í dag eru 22 børn og ung innskrivað á Barnaheiminum umframt tvær familjur, sum eru í familjuviðgerð. Tey húsast í fimm ymiskum bygningum saman við umleið 50 starvsfólkum.
Nýggja barnaheimið fer at hava fýra bú- og viðgerðareindir til fimm børn hvør, og ætlanin er, at hvør bólkur skal húsast í eini eind, sum er meinlík vanligum heimi við kømrum, vesi, køki og alrúmi.
Haraftrat verður ein eftirviðgerðareind á nýggja barnaheiminum til ung í aldrinum 18-23 ár, sum geva samtykki til uppihald á barnaheiminum, og sum spakuliga skulu venja seg við at taka ábyrgd av egnari lívsførslu og búgva í egnum bústaði.
Nýggja barnaheimið fer eisini at hava fleiri pláss til familjuviðgerð.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur gjørt av, at Barnaheimið skal byggjast í Havn, tí har er eisini atgongd til aðrar almennar tænastur, eitt nú Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, sálarfrøðingar, Sernám og aðrar eindir í Almannaverkinum.
Samskifti hevur verið millum Almannamálaráðið og Tórshavnar kommunu, sum hevur víst á nøkur grundøki. Ætlanin er at byggja miðskeiðis í Havnini.
Bygningurin verður í tveimum hæddum, og samlaða gólvvíddin verður 2.000 fermetrar. Gongst sum ætlað verður nýggja barnaheimið liðugt í 2022.
Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið um nýtt barnaheim er 19. oktober.