- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava funnið fleiri kropslimir hjá Kim Wall
Fleiri kropslimir hjá svenska journalistinum Kim Wall vórðu funnir við Avedøre Holme í víkini í Køge í gjár.
Tað vátta umboð fyri løgregluna í Keypmannahavn á tíðindafundi í politigarðinum.
- Kavarar frá Sjóverjuni og granskaraskipið Aurora hjá Aarhus Universiteti kavaðu í víkini í Køge í gjár. Fyrrapartin funnu vit ein posa við klæðum hjá Kim Wall. Í sama posa lógu tvey bein, og stutt eftir funnu vit eitt høvd, sum var tyngt, sigur Jens Møller Jensen, drápsleiðari.
Posarnir vóru vóru tyngdir við jarnpettum.
Fleiri smærri løstir vóru á líkpettunum, sigur drápsleiðarin.
Løgreglan veit framvegis ikki, hvussu Kim Wall doyði. Løgreglan hevur enn ikki funnið armarnar. Tí leitar løgreglan víðari í samstarvi við serfrøðingum frá Sjóverjuni.
Ein maður er varðhaldsfongslaður í málinum. Hann eigur kavbátin, sum var seinasta stað, har Kim Wall var sæð livandi síðst í juli mánað.
Tíggju dagar seinni funnu tey kroppin á strondini í Vestamager - men uttan armar, bein og høvd.
Varðhaldsfongslaði maðurin viðgongur, at hann hevur kastað líkið fyri borð, men hann noktar seg sekan í manndrápi og at hava skorið líkið sundur, áðrenn tað var tveitt fyri borð.