- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna, um Paddock hevði ætlanir um fleiri álop
Tíðindastovan hevur tosað við ein ónevndan tænastumann, sum sigur, at kannað verður, um hann legði til rættis fleiri álop, - men at fyribils eru eingin prógv funnin um tað, skrivar AP.
Í gjár kom fram, at hóp-drápsmaðurin eisini hevði kannað onnur støð, har hann kundi fremja hópdráp. Í august í ár bílegði hann sær kamar í einum gistingarhúsi í Chicago, samstundis sum vælumtókti Lollapalooza-festivalurin varð hildin.
Fleiri túsund fólk koma til festivalin á hvørjum ári, og frá kamarinum, sum 64 ára gamli maðurin hevði bílagt, hevði hann havt gott útsýni yvir festivaløkið.
Eingin orsøk
Varaløgregluovastin í FBI, Andrew McCabe, sigur at tey eru ovfarin av, hvussu ein vaksin maður uttan at hava verið í hóslag við løgregluna nakrantíð, kann fremja slíkt blóðbað.
- Vit eru eisini ovfarin av, at vit ikki finna nakra orsøk í hesum máli, segði hann við fjølmiðlar í gjár.
FBI hevur staðfest, at hann stundum brúkti nógva tíð uppá spøl, - sum oftast video-poker. Telda og fartelefon hjá Paddock eru kannað, men tey vístu einki samband við yvirgangsfelagsskapir ella tekin um sálarliga sjúku.
Løgreglan hevur staðfest, at Paddock í fjør keypti nógv vápn, og hon veit eisini, at hann hevði lagt sær til rættis eina rýmingarleið, so hann slapp frá álopinum í lívi. Tað sigur løgregluni so mikið, at álopið hevur verið væl tilrættalagt.