- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsinnsavningin gav tilsamans 836.000 krónur
Ein orsøk til minkingina er, at Reyði Krossur ikki fekk nokk av fólki at ganga við bússum í Havn, sigur Reyði Krossur..
Tær 836.000 krónurnar, sum fólk kring landið lótu Reyða Krossi í ár, fara til hjálpararbeiði, bæði úti í heimi og í Føroyum.
Kríggj, hungur og ódn
500.000 børn og vaksin flýggja í løtuni undan valdsgerðum og ágangi í Myanmar. Í Sýria eru familjur fangaðar í krígsherðjanum økjum. Í Yemen berjast børn fyri lívinum orsaka av kolera og hungri. Og aðrar staðir í verðini standa fólk uttan tak yvir høvdið eftir ódnarveður.
Í Føroyum letur Reyði Krossur klædnahjálp til barnafamiljur í trongstøðu, vitjanartænastu til einlig, samarittatænastu á festivalum, fyrstuhjálparskeið og hevur handlar í sambandi við klædnaendunýtslu.