Kunnu nú selja fisk til Turkalands við tolllætta

Kunnu nú selja fisk til Turkalands við tolllætta
Somu krøv sum í ES, men aðrar heilsuváttanir kravdar, nú fríhandilssáttmálin við Turkaland fer at virka
Fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Turkaland fer nú at virka.
 
04.10.2017 - 09:10

Nú fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Turkaland er komin í gildi, kunnu tey, sum hava bíðað eftir honum, útflyta til Turkalands.

Heilsufrøðiliga starvsstova boðar frá, at stórur áhugi er í Føroyum at brúka sáttmálan.

Áhugin er hjá útflytarum, sum vila selja fisk og fiskavørur til Turkalands.

Somu krøv sum í ES

Fyri fiskavørur eru krøvini tey somu sum í ES, og  løggildu fiskavirkini í Føroyum kunnu útflyta til Turkalands við serskildari heilsuváttan, sum skal fylgja við vøruni.

Eisini fyri fiskamjøl líkjast krøvini nógv krøvunum, sum virkini longu hava, tá tey útflyta til ES. 

Tó eru nøkur ávís krøv um kanningar løgd afturat krøvunum um fiskamjøl, sum skal til Turkalands. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859