Stórur meiriluti vil loyva høgu høllini á Skála

Stórur meiriluti vil loyva høgu høllini á Skála
Býráðið í Runavík samtykt at broyta byggisamtyktina á Skála, so Mest kann byggja stóru høllina
Høllin á Skála teknað, so til ber at síggja, hvussu hon verður. Hon verður stór og høg.
 
03.10.2017 - 07:18

Átta býráðslimir í Runavík vilja broyta byggisamtyktina á Skála, so skipasmiðjan Mest kann byggja eina 40 metra høga høll.

Býráðið samtykti hósdagin við átta atkvøðum fyri, einari ímóti og einari blankari at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í Byggi- og býarskipanarnevndini um at broyta byggisamtyktina.

Kommunan fekk tvey mótmæli um ætlanina at broyta byggisamtyktina, eitt við 129 undirskriftum og eitt við tveimum undirskiftum. 

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina verður nú saman við mótmælunum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýriskvinnuni í kommunumálum, Sirið Stenberg. Hon tekur síðani avgerðina um byggisamtyktina á Skála. 

Høllin, sum Mest ætlar at byggja oman á turrdokkina á Skála, verður stívar 40 metrar høg, 129 metrar long og 34 metrar breið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308