Stjórnarskipanin løgd fyri tingið

bannari
Stjórnarskipanin løgd fyri tingið
Uppskotið til eina føroyska stjørnarskipan er seinkað fleiri ferðir, men á middegi var uppskotið lagt fram
 
27.09.2017 - 12:02

Tað hevur verið á veg fleiri ferðir og varð eisini borið í tingið í síðstu viku. Tá var uppskotið steðga í løgtingsumsitingini og sent aftur til løgmansskrivstovuna.

Men nú er uppskotið til eina nýggja stjórnarskipan lagt fyri tingið. 

Upprunaliga ætlaði samgongan, at fólkaatkvøða skuldi vera um føroyska stjórnarskipan í ár, men tað varð útsett, og nú skulu føroyingar á fólkaatkvøðu flaggdagin komandi ár um stjórnarskipan.

Uppskotið skal samtykkjast hálvt ár áðrenn fólkaatkvøðuna, hevur løgmansskrivstovan sagt, og tí skal uppskotið verða samtykt við triðu viðgerð í løgtinginum í seinasta lagi 25. oktober.
 

 

Uppskotið til stjórnarskipan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342