- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fundur um tunnlarnar
Fólk í bygdunum norðan fyri tunlarnar norður um Fjall fara í kvøld á kunnandi kund við Landsverk, nú tunnlarnir verða stongdir ein part av náttini.
Virksemið norðan fyri tunlarnar er vaksið munandi seinastu árini. Tað hevur við sær, at neyðugt er á meiri streymorku í økinum. Tí fer SEV næstu mánaðirnar at leggja el-kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall, og tað fer eisini ávirka ferðsluna í tunlunum.
Arbeiðið byrjar hálvan oktober, og fer væntandi at taka umleið seks mánaðir.
Í hesum tíðarskeiði verða tunlarnir stongdir, frá klokkan 11 á kvøldi til hálvgum seks á morgni. Tó sleppur ferðsla ígjøgnum tunlarnar kl. 01.00. Landsverk skipar tí fyri almennum fundi um arbeiðið.Fundurin er í Skúlanum á Fossánesi klokkan 19 í kvøld.