- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú skulu tey 61 kirkjuráðini mannast
Nú skulu tey 61 kirkjuráðini mannast
Listarnir til kirkjuráðsvalið í november skulu vera inni í morgin
24.09.2017 - 10:04
Listarnir til kirkjuráðsvalið í november skulu vera inni í morgin.
Sjálvt valið verður tann 7 november, og tá verður atkvøtt, hvørjir persónar skulu manna tey 61 kirkjuráðini í Føroyum.
Eitt kirkjuráðsval fer fram sum eitt hvørt annað fólkaræðisligt val. Listar verða gjørdir, tað eru stillarar og valevni, og síðani fara limir í fólkakirkjuni á val.
Eitt kirkjuráð er tað staðbundna ráðið, sum hevur ábyrgd av kirkjuni á staðnum – tað verið seg eitt nú fíggjarviðurskifti, val av klokkara, urguleikara og onkuntíð val av presti.
Kirkjuráðsval er fjóðra hvørt ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV