- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður í 14 dagar
Varðhaldsfongslaður í 14 dagar
Ein 20 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður í 14 dagar, í sambandi við eitt harðskapsmál
20.09.2017 - 17:45
Tað var seint seinnapartin í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um, at nakrir persónar høvdu verið í hornatøkum í miðbýnum í Havn.
20 ára gamli maðurin hevði tá havt knív á lofti, - knívurin bar við ein 61 ára gamlan mann, sum fekk smávegis snuddir.
Tað er álvarsligt, tá knívur verður brúktur, og av tí at 20 ára gamli maðurin fyrr er dømdur fyri harðskap, varð hann varðhaldsfongslaður í 2 vikur, sigur Kristian Dahl, vaktleiðari á politistøðini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV