- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvur veingjasnigil kring Føroyar
Havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, hevur mánaðarskiftið august/september kannað plankton. Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar.
Eystanfyri og úti í Hetlandsrennuni var óvanliga nógv til av einum evarskum lítlum veingjasnigli, nevndur limacina. Limacina er vanlig á okkara leiðum, men sjáldan í serliga stórum nøgdum, skrivar Havstovan.
(greinin heldur fram niðanfyri myndina)
Størsta royndin var úr Hetlandsrennuni, har svørtu “kornini” eru skeljarnar hjá limacina-sniglum. (kelda: hav.fo)
Tá royndir við glúpi verða tiknir, er oftast mest reyðæti í. Men á hesum túrinum var tað tó mest av limacina í fleiri royndunum eystanfyri.
Tað er ógreitt, hví so nógv er til av júst limacina í ár, men eins og á Landgrunninum, so hava gróðrarumstøðurnar helst verið serliga góðar í ár.