Fiskivinnan í løgtinginum í dag

bannari
Fiskivinnan í løgtinginum í dag
Nýskipanin av fiskivinnuni kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag.
 
19.09.2017 - 07:38

Uppskotið varð lagt fram hósdagin, og ymsar broytingar eru gjørdar í mun til uppskotið, ið varð lagt fyri tingið í vár.

Millum annað verður freistin hjá útlendingum at fara úr føroysku fiskivinnuni longd úr fýra upp í seks og sjey ár. Íslendingar fáa eina freist á sjey ár, og aðrir útlendingar, tvs hollendingar, fáa eina freist á seks ár. Orsøkin til, at íslendingar fáa longri freist er Hoyvíkssáttmálin millum Føroyar og Ísland.

Antitrustmarkið, tvs hvussu nógv eitt reiðarí kann eiga av samlaðu fiskirættindunum er framvegis 17,5 prosent. Men markið fyri einstøku fiskasløgini, uppsjóvarfisk og botnfisk í Føroyum og á fjarleiðum, sum t.d Barentshavinum, er hækkað úr 20 uppí 35 prosent.

Ætlanin um at fara frá fiskidøgum til kvotur er útsett, og kemur í gildi í 2019, og ikki 2018, sum samgongan annars ætlaði.

Eftir at uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag fer tað í Vinnunevndina, og har kann tað vera í ein mánaða. Eftir ein mánaða, kann tingið atkvøða um at fáa uppskotið aftur úr nevndini.

Uppskotið, sum varð lagt fram í vár, lá í fimm vikur í nevndini, áðrenn tað kom í løgtingið aftur.

Men uppskotið datt burtur, tá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, púra óvæntað, sendi løgtingið í summarfrí 5.juli.

Lógaruppskot skulu hava tríggjar viðgerðir í løgtinginum, fyri at verða endaliga samtykt.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342