- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur fyri at lúgva í Fútarættinum
Dømdur fyri at lúgva í Fútarættinum
Skal gera ólønta samfelagstænastu í 60 tímar, sum er hálvonnur vanlig arbeiðsvika, Segði seg einki eiga, hóast hann átti grundstykki
17.09.2017 - 13:36
Tað er revsivert at lúgva í Fútarættinum.
Ein maður hevur í Føroya rætti fingið 40 daga treytaða fongsulsrevsing og 60 tíma, hálva aðru arbeiðsviku, ólønta samfelagstænastu fyri tríggjar ferðir í 2014 og 2015 at siga ósatt í Fútarættinum.
Har segði hann seg einki eiga, sum tey, hann skyldaði pengar, kundu fara eftir, hóast hann átti eitt grundstykki, sum hann keypti á tvingsilsuppboði í 2007.
Maðurin noktaði seg sekan.
Men rætturin helt, at hann átti at havt vitað betur um grundstykkið.
Tí varð hann dømdur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV