- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frídømingin fyri eldáseting í Havn er endalig
Frídømingin fyri eldáseting í Havn er endalig
Ákæruvaldið fer ikki í Landsrættin við dóminum hjá Føroya rætti
15.09.2017 - 09:21
Fútin fer ikki í Landsrættin við dóminum um eldásetingina við Tinghúsvegin í fjør summar.
Føroya rættur frídømdi tveir menn, teir eru 30 og 27 ára gamlir, fyri at seta eld á AA-húsið við Tinghúsvegin.
Sannlíkt er, at eldurin varð ásettur.
Politiið tók næstan alt fyri eitt tveir menn, sum vórðu skuldsettir fyri eldásetingina og seinni ákærdir.
Teir vóru so í Føroya rætti fyri skjótt trimum vikum síðani.
Føroya rættur frídømdi teir,
Teir sluppu tí eisini undan endurgjaldskravinum, sum er slakar 1,7 mío. kr.
Martin Gravesen, varafúti, sigur, at ákærduvaldið góðtekur dómin hjá Føroya rætti og fer tí ikki í Landsrættin at royna málið har.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV