- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil ikki játta pening til kanningarstjóra
Umboðið hjá Tjóðveldi í fíggjarnevndini, Pauli Trond Petersen, tekur ikki undir við uppskotinum frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um eina millión krónur í eykajáttan til kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann.
Øll hini í nevndini, bæði samgonguumboðini og andstøðuumboðini, taka undir við uppskotinum.
Longu tá málið var til fyrstu viðgerð í tinginum 16. august, boðaði Pauli Trond Petersen frá, at hann tók ikki undir við uppskotinum, tí peningurin hevði farið betur til onnur endamál.
Páll á Reynatúgvu hevur sett Kristinu Samuelsen, advokat, at kanna leiklutin hjá Høgna Hoydal í málinum at flyta veiðiloyvi og hjá løgmanni, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum.
Løgtingsformaðurin sigur í viðmerkingunum til umbønina, at tað er ikki greitt, hvussu nógv kanningin fer at kosta, men mett verður, at upphæddin, sum biðið verður um, røkkur til tann partin av kanningini, sum verður gjørdur í ár.