Býráðið vil hava fund við fútan um oljudálkingina

Býráðið vil hava fund við fútan um oljudálkingina
Tvøroyrar kommuna vil hava pengarnar aftur, sum hon brúkti til ruddingina í 2013. Politiið handfór málið illa, sigur advokaturin hjá býráðnum
Tungolja fór á sjógv við Krambatanga 25.september í 2013. Ikki er staðfest, hvaðani oljan kom.
 
13.09.2017 - 07:24

Politiið hevur handfarið málið um oljudálkingina illa.

Tað sigur advokaturin hjá Tvøroyrar kommunu í einari kunning til býráðið á Tvøroyri.  

Málið um oljudálkingina var á skránni fyri býráðsfundin á Tvøroyri mánadagin. Har var kunning frá advokatinum hjá kommununi viðgjørd.

Samtykt varð at biðja fútan um fund um málið.

Býráðið á Tvøroyri hevur ikki slept vónini um at fáa pengarnar aftur, sum kommunan brúkti fyri skjótt fýra árum síðani til at taka upp tungolju, sum var farin á sjógv við Krambatanga, og reinsa fjøruna har á leiðini.

Hálv millión

Hetta kostaði kommununi hálva millión krónur.

Tá, seint í september 2013, vórðu royndir tiknar av olju frá trimum skipum, sum kundu havt dálkað, men eingi prógv fingust fyri, at nakað av skipunum hevði dálkað.

Av tí at ongantíð er staðfest, hvør dálkaði við Krambatanga, hevur kommunan ongan at krevja eftir pengunum.

Í kunngerðini um oljudálking stendur, at um eingin kann skuldsetast fyri at hava dálkað, eiga landið og kommunan í felag at átaka sær útreiðslurnar av at rudda og reinsa.

Tvøroyrar kommuna hevur roynt at fáa landið at gjalda sín part, men tað er til fánýtis, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109