- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svenskar fyritøkur eiga fjórðing av donskum kvotum
Og virðið á donsku rættindunum at fiska sild og makrel, sum sviiar eiga, verður mett at vera meira enn ein milliard krónur.
Tað vísir uppgerð, sum Greenpeace hevur gjørt fyri Danmarks Radio.
Bústað í Danmark
Í Danmark verður annars sett sum treyt, at tað eru bara fólk, búsitandi í Danmark, kunnu keypa og eiga fiskirættindi.
Svensku fyritøkurnar hava eisini heimstað í Danmark og rinda vinnu-felagsskatt har, men alt yvirskotið verður útgoldið til reiðarar, sum búgva í Svøríki, sambært DR.
Niels Vestergaard, sum er professari á Syddansk Universitet, heldur at lógarkrøvini eru ov lin.
- Svensku fyritøkurnar lúka lógarkrøvini, men tær lúka ikki andan í lógini, sigur hann við Danmarks Radio.
Eiga at herða lógina
Bæði danski Javnaðarflokkurin og Danski Fólkaflokkurin finnast eisini at verandi lóggávu og halda, at fiskimálaráðharrin Karen Ellemann eigur at herða lógina.
Fiskimálaráðharrin er eisini sinnaður at endurskoða treytirnar, sum verða settar teimum, ið eiga uppsjóvarkvotur í Danmark.
- Men tað er umráðandi at siga, at hetta eru skip, sum sigla undir donskum flaggi. Fyritøkurnar byggja skip í Danmark, og fiskurin kemur upp á land í Danmark. Tað hoyrir við til søguna, sigur Karen Ellemann við Danmarks Radio.