- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ódnin Irma kravt fimm mannalív í Florida
Ódnin fer nú í útnyrðing. Ávarað er um stormflóð, og hildið verður, at vatnstøðan kann hækka upp í 4 - 5 metrar í ringast raktu økjunum.
Í løtuni eru tríggjar miljónir fólk, sum ikki hava streym.
Trump játtar pening
Fólkið í Florida fær hjálp til at fáa nýggjan bústað, at byggja uppaftur og at rudda, eftir ódnina, tá hon er liðug at gera um seg.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur játtað umbønini frá Florida um at fáa vanlukkuhjálp frá samveldisstjórnini. Tað merkir, at deilstaturin fær pening til millum annað at endurhýsa fólki og lán til at endurreisa statin. Tað upplýsa Hvítu húsini, sambært Ritzau.
Peningurin frá samveldisstjórnini fevnir um ískoyti til fyribils bústað og at umvæla heimini, lágprís-lán til at rinda fyri hús, sum ikki vóru tryggjað og annað, skriva Hvítu Húsini.
Meðan ódnin Irma hevur herjað í Karibia, hevur hon kraft 28 mannalív.