Tíðarlinja: Samanstoyturin millum Mykines og Mars

Tíðarlinja: Samanstoyturin millum Mykines og Mars
Her ber til at síggja yvirlit yvir hendingarnar í samband við samanstoytin millum Mykines og Mars
 
07.09.2017 - 18:40

Tað tykist enn ikki vera greitt, hvussu tað bar til, at Mykines og Mars kundu sigla so tætt at hvørjum øðrum, áðrenn menn varnaðust vandan. 
Um borð á Mykinesi vóru bæði skiparin og maskinstjórin á brúnni, tá skipið silgdi á glastrevjabátin Mars. 
Men teir varðnaðust ikki glastrevjabátin, fyrr enn tað var ov tætt til at stýra undan. 

 

31. AUGUST

Aftaná midnátt - Mars setur kalvalínu
Glastrevjabáturin Mars setur kalvalínu vestanfyri Trøllhøvda. Síðani setur hann kós ímóti Gomlu rætt gjøgnum Skopunarfjørð. Tveir menn eru umborð, ein 69 ára gamal maður og ein 71 ára gamal maður. 

 

Kl. 01.57 - Mykines og Mars stoyta saman:

Farmaskipið Mykines, ið er á veg til Íslands, og glastrevjabáturin, Mars, sum er ávegis Gomlu rætt, stoyta saman. 

Í Sjófrágreiðingini, sum var 6. september, greiddu skiparin og maskinstjórin á Mykinesi frá, at teir varnaðust ikki Mars, fyrr enn tað var ov tætt at stýra undan. 
Skiparin segði, at hann roknaði við, at báturin hevur ligið myrkur, og Mars sást ikki á radaranum. 

Maðurin, sum varð bjargaður frá Mars, segði, at glastrevjabáturin var sera væl útgjørdur, og var øll útgerðin tendrað: bæði siglingarljós, toppljós og radararefleks. 
Teir høvdu varnast Mykines, tá tað var ein lítil fjórðingur til skipið. Teir royndu at stýra undan, men tað eyðnaðist ikki. 

Mykines rendi á bakborðsíðuna á Mars, har báðir menninir vóru í stýrihúsinum. Einans maðurin næstur hurðina slapp út, og stundir vóru ikki at fara í bjargingarvest, tí báturin hvølvdist.

 

Kl. 02.00 - MRCC fær boðini:
MRCC fær boð um, at farmaskipið Mykines og glastrevjabáturin Mars hava stoytt saman í Skopunarfirði. Hendingin hendur ein lítlan fjórðing norðanfyri Skopunar bygd.

Mykines setur ein bjargingarbát í sjógvin og fær bjargað annan mannin av bátinum. Hin maðurin verður ikki afturfunnin. 
Bjargingarbáturin setur enda á Mars, og sleipar endan yvir til skipið Bak, sum lá norðanfyri, tá skipini stoyttu saman. Men rimaverkið, ið endin er bundin um, loysnar, og Mars søkkur. 

 

Leitingin eftir manninum byrjar:
Brimil kemur á staðið og skipar leitingina eftir Mars og manninum, ið ikki er komin afturíaftur. Sjey eindir leita um náttina; Brimil, Stelkur, Stakur, Skorðaberg, Vestmenningur, Mykines og Rescue Lív. Tyrlan leitar eisini við tóli, sum vísur hitamun. Góð líkindi vóru at leita.

Trýst á filmsbrotið og síggj hvussu leitingin fór fram.

 

Seinni sigla fiskiskipini, sum vóru á veg at landa, víðari, og millum annað strandfaraskipini Teistin og Ternan koma uppí leitingina. 

 

Um morgunin - biður um sjóforhoyr:
Smyril Line, reiðaríið, sum eigur farmaskipið Mykines, biður um Sjóforhoyr, ið verður sett at vera 6. september.

 

Kl. 11.00 - løgreglan fer umborð á Mykines:
Um ellivutíðina fara umboð fyri løgregluna umborð á Mykines við Rescue Lív. Mykines liggur tá suður úr Borðuni, og skipið skal til Íslands. Løgreglan vil ikki gera nakrar viðmerkingar, men vísir til MRCC.

 

Kl. 12.00 - leitiøkið verður víðkað:
MRCC víðkar leitiøkið. Bæði Brimil og Tyrlan leita eystanfyri Sandoynna, og Ternan leitar í Nólsoyarfirði. MRCC heitir á bátar nærindis, at hyggja eftir manninum. 

MRCC metir, at Mars sakk á 50-70 metrar dýpi.

 

Leita við skannara:
Brimil leitar eftir Mars við skannara, har sum óhappið hendi og eystureftir. MRCC heldur, at horvni maðurin kann vera í bátinum.

Mykines er farin avstað til Íslands. Um kvøldið steðgar leitingin vegna myrkur. 

 

1. SEPTEMBER:

Um morgunin:
MRCC boðar frá, at skanningarnar vísa okkurt, sum kann verða ein bátur, og at stovnurin boðar frá, at hann seinnapartin fer at taka støðu til, um farast skal at dreggja eftir tí, sum kann vera ein sokkin bátur.


Kl 12.20:
Ongin stór leiting hevur verið higartil hendan dagin. Rescue Lív siglir tó ein túr og hyggur fram við landi. 

 

Kl. 17.00
Stelkur og Vesturtúgva gera fyrstu royndina at trola eftir tí, sum MRCC heldur verða báturin, sum sakk.

 

Kl. 18.00: 
Skiparin á Brimli boðar frá, at trolið hjá Stelkui og Vesturtúgvu er komið fast í okkurt, sum kann vera Mars. Mett verður at talan er um Mars, tí nógv trýst stóð á skipunum, samstundis sum trolið stóð fast og luktaði av olju og diesel. Til bar tó ikki at fáa bátin upp. 

 

2. SEPTEMBER:

Um morgunin - trolingin miseyðnast 
MRCC boðar frá, at tað ikki eydnaðist partrolarunum, Stelki og Vesturtúgvu, at fáa bátin upp.

Roynt varð tríggjar ferðir at fáa bátin í trolið, men tað eydnaðist ikki. Umstøðurnar vóru vánaligar at trola, tað rak hart og botnurin er harður.

MRCC sigur, at nú verður kannað, hvørjar aðrar møguleikar eru. MRCC sigur, at ein møguleiki er at senda robottar niður við tólum, sum kunnu taka myndir.
 
Talan er ikki longur um lívbjargandi arbeiði. 

 

Kl. 10:00:
Rescue Lív leitar framvið landi, og tyrlan leitar eisini. 

MRCC heitir á skip og bátar um at halda vakið eyga og boða MRCC frá um, tey síggja nakað, sum kann hava nakað við samanstoytin at gera.

 

Á middegi:
MRCC boðar frá, at ein gummibátur er funnin, sum helst stavar frá glastrevjabátinum Mars. Tyrlan sá, at gummibáturin útloystist, tá báturin sakk, men at gummibáturin helst var fastur í Mars. MRCC metir tó, at gummibáturin er vorðin leysur av Mars, tá trolað varð eftir honum um kvøldið 1. september. 

Rescue Lív leitar framvegis.

MRCC heldur, at Mars varð fluttur, tá trolað var eftir honum og nú liggur eitt annað stað. MRCC umhugsar at senda froskmenn ella eitt upptøkutól niður.

 

Um kvøldið - halda seg hava funnið bátin aftur:
MRCC heldur seg hava funnið Mars aftur. 

 

3. SEPTEMBER

Leiting við myndatóli:
Brimil ger eina roynd at leita við myndatóli eftir bátinum, men ov nógvur vindur og ov harður streymur forðar royndina. 

 

4. SEPTEMBER

Leita aftur við myndatóli:

Brimil ger enn eina roynd at taka myndir av Mars, tí minni av vindi er, og streymurin linkar.  

Men heldur ikki hesa ferð eydnast tað Brimli at fáa myndir av bátinum, tí nógvur vindur og streymur eru.

Hildið verður, at Mars liggur í eini íðu, har tað rekur alla tíðina, so tað er torført at arbeiða í økinum.

 

5. SEPTEMBER

Brimil ger enn ein roynd at taka myndir av Mars. Tað eydnast at taka góðar myndir, men tær vísa ikki bátin. Myndirnar vísa tó eina runda hellu, sum MRCC kanska hevur hildið vera Mars.

 

6. SEPTEMBER

Á middegi:
MRCC boðar frá, at ivamál er um, tað, sum MRCC hevur funnið á botninum í Skopunarfirði, veruliga er báturin, sum sakk hósdagin í farnu viku. 

MRCC boðar frá, at í løtuni er ov harður streymur at leita við myndatóli á botninum, og tí fer stovnurin at bíða til 14. ella 15. september at gera eina roynd afturat. 

 

Kl. 17.00 - sjóforhoyr byrjar

Sjófrágreiðing byrjar í Føroya rætti um vanlukkuna hósnáttina, tá farmaskipið Mykines og lítli glastrevjabáturin Mars stoyttu saman, og báturin sakk. Í sjófrágreiðingini vitnað skipari, fyrsti stýrmaður og maskinstjóri á Mykinesi, umframt maðurin, sum varð bjargaður av Mars og skiparin á trolaranum Baki, sum kom á vanlukkustaðið.

Klokkan 18 boðar útvarpið frá, at tað er referatforboð so leingi at sjóforhoyri varðar. 

 

7. SEPTEMBER: 

Upplýsingar frá Sjóforhoyrinum:
Tað tykist enn ikki vera greitt, hvussu tað bar til, at Mykines og Mars kundu sigla so tætt at hvørjum øðrum, áðrenn menn varðnaðust vandan. 
Um borð á Mykinesi vóru bæði skipari og maskinstjórin á brúnni, tá skipið silgdi á glastrevjabátin Mars. 
Men teir varðnaðust ikki glastrevjabátin, fyrr enn tað var ov tætt til at stýra undan. 


Skiparin segði, at hann roknaði við, at báturin hevur ligið myrkur, og sást glastrevjabáturin ikki á radaranum. 
Tað hendi so knappliga, at tað vóru bara nøkur sekund frá tí, at teir varðnaðust bátin, til tað var ov seint. 

Maðurin, sum varð bjargaður frá glastrevjabátinum, segði, at glastrevjabáturin var sera væl útgjørdur, og var øll útgerðin tendrað: bæði siglingarljós, toppljós og radararefleks. 
Teir høvdu varnast Mykines, tá tað var ein lítil fjórðingur til Mykines. Teir royndu at stýra undan, men tað eyðnaðist ikki. 

Báðir menninir vóru í stýrihúsinum, tá báturin varð ásilgdur. 
Tað eyðnaðist tí eina manninum at sleppa út, meðan sjógvur skolaði inn í stýrihúsið. 
Tað eyðnaðist ikki hinum mannin at sleppa út. Báturin hvøldist skjótt og fór at søkka. 

Maðurin, sum bleiv bjargaður, megnaði tó at bjarga sær upp á glastrevjabátin, áðrenn hann sakk. 
Og har sat hann, tá ein bjargingarbátur frá Mykinesi fann hann, greiddi maðurin frá í sjófrágreiðingini. 

Mars sær Mykines, tá einar 1200 metrar vóru millum bátarnar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179