Seldu norðhavssild og svartkjaft fyri 19 mió. kr.

Seldu norðhavssild og svartkjaft fyri 19 mió. kr.
Inntøkurnar hjá landskassanum frá teimum trimum uppboðssølunum, sum hava verið, eru umleið 80 milliónir krónur
Reiðaríið hjá Nýborg keypti bæði norðhavssild og makrel á uppboðssølu í gjár
 
01.09.2017 - 06:14

9.000 tons av norðhavssild og 9.000 tons av svartkjafti vórðu seld fyri tilsamans góðar 19 milliónir krónur á afturlatnari uppboðssølu í dag.

Prísurin á norðhavssild var eina krónu og 90 fyri kilo, og prísurin á svartkjafti var 23 oyru kilo.

Hetta var onnur afturlatna uppboðssølan, sum Vørn skipaði fyri.

Tey 9.000 tons av norðhavssild vórðu seld fyri góðar 17 milliónir krónur, og svartkjafturin varð seldur fyri tilsamans góðar tvær milliónir kr. 

Seks reiðarí keyptu norðhavssild, og sjey reiðarí keyptu svartkjaft.

Reiðaríini hjá Nýborg, Norðborg, Nærabergi, Borgaranum, Finni Fríða og Tróndi í Gøtu keyptu tey 9.000 tonsini av norðhavssild.

Reiðaríini hjá Norðingi, Borgaranum, Jupiter, Finni Fríða, Tróndi í Gøtu, Nýborg, og Christiani í Grótinum keyptu tey 9.000 tonsini av svartkjafti. 

Inntøkurnar hjá landskassanum frá teimum trimum uppboðssølunum, sum hava verið, eru umleið 80 milliónir krónur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944