Fiskimálaráðharrar hittast í Føroyum næsta ár

Fiskimálaráðharrar hittast í Føroyum næsta ár
Næsta ráðstevna hjá fiskimálaráðharrunum í londunum í Norðuratlantshavi verður í Føroyum næsta ár
Myndin er tikin á fundinum, sum júst hevur verið,í Kanada.
 
31.08.2017 - 09:14

Næsta ráðstevna hjá fiskimálaráðharrunum í londunum í Norðuratlantshavi verður í Føroyum næsta ár.

Ráðstevnan í ár hevur júst verið í Shediac í Kanada. Hon endaði í gjár. 

Á ráðstevnuni vóru ráðharrar og landsstýrismenn úr Kanada, ES, Íslandi, Russlandi, Noreg, Føroyum og Grønlandi.

Viðbreknar havleiðir

Høvuðsevnið á ráðstevnuni í ár var, hvussu lond seta í verk ætlanir um at verja viðbreknar havleiðir.

Í sambandi við ráðstevnuna hevði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fundir við allar ráðharrarnar og landsstýrismannin í Grønlandi hvør sær.

Sambært Fiskimálaráðnum lovaðu tey at halda fram við vísindaliga samstarvinum landanna millum og menna tað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944