- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan við nógvum milliónum frá BankNordik
Eykajáttanarlógin, sum datt burtur í farnu tingsetu, er komin aftur í tingið saman við nøkrum útreiðslum og inntøkum afturat.
Teir nógvu pengarnar frá BankNordik gera munin í uppskotinum.
Landskassin fær 100 mió. kr. í vinningsbýti frá bankanum, sum eru 93 milliónir meira enn fíggjarlógin sigur.
Milliónirnar fara í Búskapargrunnin. Hetta er størsta upphædd, sum higartil er farin í tann grunnin.
Fiskivinnugrunnurin byrjar
Biðið verður um 54 milliónir, sum skulu gjaldast eina ferð, av teimum eru 50 mió. kr. til Glasir.
Eykajáttanarlógin hevur 13,4 mió. kr. í avlopi.
Men av tí at 93 milliónir fara í Búskapargrunnin, og biðið er um seks milliónir til nýggja Fiskivinnugrunnin, er hallið 85,6 mió. kr.
Løgtingsfundur verður aftur 14.september.