Størri opinleiki orsakað av kvotakongunum

Størri opinleiki orsakað av kvotakongunum
Aftaná málið um "kvotakongarnar" er meirluti á Fólkatingið fyri at broyta lógirnar, soleiðis at embætisfólk lættari kunna siga frá óreglusemi.
Sambært Ekstrablaðnum er Gullak Madsen ein av sonevndu "kvotakongunum"
 
26.08.2017 - 09:46

Tað er ikki bara í Føroyum, at tað er nógv kjak um fiskivinnuskipanina. 

Í Danmark hevur seinastu vikuna verið nógv kjak um fiskivinnuna, síðan Ríkisgrannskoðanin 16. august almannakunngjørdi eina frágreiðing um, hvussu donsku kvoturnar eru blivnar miðsavnaðar á alsamt færri hondum.

Ríkisgrannskoðanin fanst sera harðliga at donsku fiskivinnuumsitingini.

Beinleiðis í stríð við ynski hjá Fólkatinginum eru kvoturnar blivnar miðsavnaðar á alsamt færri hondum, hjá teimum sokallaðu "kvotakongunum", uttan at embætisverkið hevur gjørt nakað við málið.

Sambært DR vil ein meirluti í Fólkatinginum tí nú hava størri opinleika í fyrisitingini.

Sosialistiski Fólkaflokkurin (SF) ætlar at leggja fram ein sokallaðan "opinleika-pakka", sum skal tryggja, at embætisfólk ikki altíð nýtast at gera, sum ráðharrar vilja.

Eisini skal tað vera lættari hjá embætisfólkum at varskógva um óreglusemi, og skula embætisfólk kunna luttaka í hoyringum í Fólkatinginum. 

- Tað gerst alsamt truplari at vita, nær ráðharrar siga satt ella ósatt. Esben Lunde (fyrrverandi fiskivinnuráðharri) broytti støðu 17 ferð í málinum um kvotakongarnar, sigur Jacob mark, formaður í tingbólkinum hjá SF.

- Við opinleika-pakkanum verður lættari hjá embætisfólki at varskógva, um tey uppliva, at ráðharrar føra seg fram sum lítlar kongar og ikki vilja fylgja reglunum, sigur Jacob Mark.

Uppskotið hjá SF fær stuðul frá bæði danska Javnaðarflokkinum, Frælslyntu Samgonguni (Liberal Alliance) og Danska Fólkaflokkinum, skrivar DR. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944