Slaka hálva milliard í vinningi í hálvt ár

Slaka hálva milliard í vinningi í hálvt ár
Vinningurin hjá Bakkafrosti var 477 mió. kr. eftir skatt. Fyritøkan fer nú at brúka innvølir og avskurð til mjøl og lýsi.
Bakkafrost hevur nú alt virksemið í nýggja virkinum á Glyvrum.
 
22.08.2017 - 06:57

Bakkafrost samtakið hevði slaka hálva milliard í vinningi, eftir at skatturin var goldin, fyrra hálvárið í ár.
Vinningurin var 477 milliónir krónur.
Fyri skatt var vinningurin 318 mió. kr. størri, 795 milliónir krónur.   
Deildin, sum ger lidnar vørur úr laksinum, hevur framvegis hall, tí laksurin er so dýrur at keypa.
Í øðrum ársfjórðingi var hallið av lidnu vørunum 54 mió. kr.   
Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 560 milliónir krónur tann 30.juni í ár.

Alt á Glyvrum

Allar deildir á nýggja laksavirkinum á Glyvrum eru nú farnar undir virksemi. 
Sjey virki eru samstundis latin aftur.
Íløgan í nýggja virkið á Glyvrum fer væntandi at spara Bakkafrosti 70-90 milliónir krónur um árið.
Bakkafrost er farið undir at dagføra kryvjingarvirkið í Vági. 
Íløgan har er 35 milliónir krónur.

Mjøl og lýsi úr slógvi

Bakkafrost ætlar eisini at økja virðið á innvøli og øllum avskurði frá laksinum.
Teir verða gjørdir til mjøl og lýsi á Havsbrún. 
Hendan framleiðslan kann væntandi byrja seint í 2017, sigur Bakkafrost í fráboðan til partaeigararnar í morgun.
Roknskapurin hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing verður lagdur fram í Oslo fyrrapartin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151