- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leita nú eftir kanningarstjóra
Ikki seinni enn í næstu viku fær Páll á Reyntúgvu ein lista við nøvnum á løgfrøðingum, sum kunnu kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann.
Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sigur, at listin er ikki heilt liðugur enn, men tað verður skjótt.
Ikki lætt at finna fólk
Hann viðgongur, at tað er ikki lætt at finna fólk, sum eru gegnig at kanna teir báðar.
Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og skal ikki arbeiða í fyrisitingini hjá landsstýrinum, á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum, ella fyrr hava viðgjørt málið, sum skal kannast.
Harafturat skulu tveir menn kannast, og annar teirra, løgmaður, hevur eisini arbeitt sum advokatur.
Johnhard Klettheyggj vil tó ikki siga, um farið verður uttanlands eftir evnum til kanningarstjóra.
Skal svara seks spurningum
15 fólk í andstøðuni hava biðið um kanningarstjóra at svara seks spurningum um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá partafelagnum Nærabergi.
Sjeyndi spurningurin er, um løgmaður hevur røkt sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fullgóðan hátt.
Tá løgtingsformaðurin fær listan frá Løgtingsskrivsstovuni, velur hann kanningarstjóra.