Torført at fáast við grindina so hon varð slept

Torført at fáast við grindina so hon varð slept
Grindin var ring at fáast við, og líkindini vóru ikki til vildar, rákið keðiligt og myrkur á veg . Raksturin helt tí uppat vestan fyri Vágseiði.
Suðringar fingu onga grind ólavsøkukvøld.
 
30.07.2017 - 10:35

Grindin, sum Brimil fann hálvan fjórða fjórðing vestur úr Sumbiarhólmi um sekstíðina í gjárkvøldið, slapp.

Grindin var ring at fáast við, hon kavaði illa, og hon gekk í fleiri bólkum.

Teir gjørdu tó sítt besta at reka hana til Fámjins og vóru komnir stívliga hálva leið.

Men tá teir vóru átta fjórðingar vestur úr Vágseiði við grindini, varð avgjørt at gevast. 

Rákið var ikki við teimum, og myrkur kom eisini á teir.

Tíggju bátar vóru hjá grindini, sigur Jaspur Vang, sýslumaður. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119