Ferðavinnan í Suðuroynni mennast

Ferðavinnan í Suðuroynni mennast
Tvøroyrar býráð hevur tikið fyrsta stigið at menna ferðavinnuna í oynni. Býráðið hevur játtað 250.000 krónur til eina verkætlan
Ferðavinnan í Suðuroynni skal mennast. Tvøroyrar býráð hevur tikið fyrsta stigið og hevur játtað 250.000 krónur til eina verkætlan
 
18.07.2017 - 08:55

Ferðavinnan í Suðuroynni skal mennast, og býráðið á Tvøroyri hevur tikið fyrsta stigið. Býráðið hevur samtykt at játta 250.000 krónur umframt meirvirðisgjald til eina verkætlan, sum Ingibjørg Berg og Theresa T. Kreutzmann hava gjørt.

Verkætlanin kallast innlendis- og økismenning av ferðavinnuni í Suðuroynni. Fyrsta stigið kann byrja longu í september í ár. Annað og triðja stig verða næsta ár.

Tey bæði fyrstu stigini kosta 400.000 krónur umframt meirvirðisgjald. Teir pengarnir verða settir av í fíggjarætlanini hjá Tvøroyri fyri 2018.

Fíggjarnevndin á Tvøroyri mælir til, at aðrar kommunur í Suðuroynni kunnu vera við í verkætlanini. Nevndin mælir eisini til, at Tvøroyar kommuna fer úr Suðuroyar ferðavinnufelag á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168