- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norskur makrelur í Føroyum
Norskur makrelur í Føroyum
Makrelur, sum norðmenn kalla norðurnorskan makrel, er eisini í føroyskum sjógvi, skrivar Fiskeribladet

13.07.2017 - 11:50
Upplýsingarnar eru frá norska skipinum Vendla, sum er við í makrelkanningunum í summar.
Størsti "norðurnorski" makrelurin, hóast ikki er nógv til av honum, er í føroyskum sjógvi, hann er 500 til 600 gramm.
Fiskifrøðingar hava stórar vónir um makrelárgangin 2014, sum nú er í gýtingaraldri. Hesin árgangurin er stóra framtíðarvónin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV