Sverri rør World Cup finalu í dag

Sverri rør World Cup finalu í dag
Miðvingurin Sverri S. Nielsen skal rógva sína fyrstu World Cup finalu í kappróðri í dag. A-finalan í einkultskullara verður rógvin klokkan 10.48.
Sverri rør A-finalu klokkan 10.48
 
09.07.2017 - 09:21

Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági hevur sett sær fyri at rógva fyri danska landsliðið til olympisku leikirnar í Tokyo í 2020. Í dag tekur hann eitt megnar tak móti máli sínum, tí hann fer nevniliga at rógva A-finalu í einkultskullara í World Cup kappingini í Luzern.

Sambært heimasíðuni www.roning.dk  hevur Sverri leingi verið sera væl fyri kropsliga, og á flatlondum verður hann nevndur ´wattmonstret´, tí hann hevur tikið øll met í inniróðri og kropsligum testum.

Í hálvfinaluni róði Sverri móti heimsins bestu rógvarum, og megnaði hann at koma á mál i hølunum á sterka rógvaranum Angel Fournier Rodriguez.

Danska róðrarlandsliðið hevur góðar vónir til unga miðvingin, sum rør A-finalu klokkan 10.48. Róðurin kann stroymast her.

Vit fara at frætta frá Sverra seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805