- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leyslatin eftir grundlógaravhoyring
Leyslatin eftir grundlógaravhoyring
Maðurin, sum fyrrapartin var grundlógaravhoyrdur, er nú latin leysur, tí hann hevði ikki fjalt rúsevni innvortis, sum hildið var
07.07.2017 - 13:20
Maðurin varð handtikin á flogvøllinum í gjár, eftir at hundurin hjá tollvaldinum gjørdi vart við, at maðurin hevði rúsevni uppi á sær.
Løgreglan fann eina hasj-sleikisneis, men illgruni var um, at maðurin hevði meira uppi á sær, møguliga innvortis.
SÍ EISINI Grundlógaravhoyring um rúsevnasmugling
Men maðurin vildi ikki við í skannaran á Landssjúrkahúsinum. Tí var neyðugt at fara í rættin fyri at leingja handtøkuna, til maðurin hevði gjørt burtur av sær.
Men í rættinum kom fram, at maðurin kortini vildi samstarva. Farið var tí í skannaran, sum vísti, at har var einki fjalt innvortis, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV