- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendingar omandotnir í Saksun
Útlendingar omandotnir í Saksun
Sum skilst eru bæði tey omandotnu komin illa til skaða
05.07.2017 - 15:43
Ein størri bjargingarroynd hevur verið í Saksun í dag.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini, er talan um tvey útlendsk ferðafólk, sum eru dottin oman nærhendis Saksun
Tyrla og sjúkrabilar vóru tilkallað og hava flutt báðar menninar á landssjúkrahúsið.
Sambært vaktleiðaranum er støðan álvarslig, men hann kann enn einki siga um heilsustøðuna hjá teimum omandotnu.
Sum skilst vóru tey partur av størri ferðaliði í fjøllunum við Saksun.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV