Bústaðarneyð (eisini) í Fuglafirði

bannari
Bústaðarneyð (eisini) í Fuglafirði
Býráðið í Fuglafirði er farið at kanna møguleikarnar fyri at fáa gongd á alternativa bústaðarbygging í kommununi
Trotið á bústøðum er ikki bara í Suðurstreymi, men fleiri aðrastaðni kring landið, og prísirnir eru hareftir
 
27.06.2017 - 17:53

Býráðið í Fuglafirði er farið at kanna møguleikarnar fyri at fáa gongd á alternativa bústaðarbygging, tí tørvurin er ovurstórur, sigur Eivin Breiðaskarð, varaborgarstjóri.

Fuglafjarðar býráð er farið at kanna, hvat gerast kann fyri at fáa gongd á bústaðarbygging í kommununi, sigur Eivin Breiðaskarð, varaborgarstjóri og formaður í teknisku nevnd.

Ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri økistænastuna Roðan við Skálafjørðin vísti, at tað er sum Eivind Breiðaskarð sigur; at eldri fólk vilja úr sethúsunum, og at ung vilja hava íbúðir.

Hugburðsbroyting farin fram

Nærum helvtin av teimum eldru í Sjóvar-, Runavíkar- og Nes kommunum kundu hugsað sær at sloppið úr sínum sethúsum og flutt til okkurt minni.

Talan er um eina hugburðsbroyting, at fólk ikki vilja sita í einum stórum sethúsum restina av lívinum og fleiri íbúðir til eldri hevði gjørt bústaðarmarknaðin liðiligari, sigur Eivin Breiðaskarð.

Hvør skal byggja er ikki greitt, men Eivin Breiðaskarð hugsar sær at 15-20 leiguíbúðir verða bygdar í Fuglafjarðar kommunu til ymiskan tørv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109