- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hald lagt á nógv meira rúsevni
– Tað er ilt at siga, hvussu nógv rúsevni kemur til Føroya, men eg haldi, at vaksandi tølini vísa, hvussu umráðandi tað er at hava eitt gott eftirlit, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.
Fyrstu fimm mánaðirnar í 2017 eru funnin 19 kilo av hassji, meiri enn tríggjar ferðir so nógv sum í 2016, tá ið hald var lagt á seks kilo, sigur TAKS í tíðindaskrivi í morgun.
Tað er ikki "bara" hassj, sum TAKS kemur fram á í dagliga eftirlitinum. Tollarar hava eisini lagt hald á hørð rúsevni sum MDMA og kokain, men talan er um smærri nøgdir.
– Hóast vit gleðast um, at vit eru við til at tálma rúsevnasøluni og skaðunum, sum hon ger á føroyska samfelagið, so er tað ræðandi, at nøgdin av rúsevni, sum vit leggja hald á, veksur so nógv, sigur Eyðun Mørkøre, stóri.