Óbrúktu fiskidagarnir takast

Óbrúktu fiskidagarnir takast
Havstovan hevur latið Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskapin eftir botnfiski næsta ár
Havstovan hevur handað fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskapin eftir botnfiski komandi fiskiár, sum byrjar 1. september og endar 31. august í 18
 
20.06.2017 - 09:44

Havstovan hevur handað Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskapin eftir botnfiski komandi fiskiár, sum byrjar 1. september og endar 31. august í 18.

Mælt verður millum annað til at taka óbrúktu fiskidagarnar í fiskiárinum 2016/2017 og at fiskidagarnir hjá línuskipum, trolbátum og útróðrarbátum verða 50 prosent av brúktu døgunum í verandi fiskiári. Harumframt verður mælt til at friða ávísar fiskileiðir.

Stovnsmetingar: Upsin væl fyri

Í løtuni er upsi rættiliga væl fyri og veiðutrýstið er innan fyri lívfrøðiliga burðardygt mark. Tó er veiðutrýstið hægri enn tað, ið gevur størstu langtíðar veiðu. Toskur og hýsa eru illa fyri, og mælt verður tí til at lækka veiðutrýstið munandi.

Stovnsmetingarnar, sum Havstovan hevur gjørt, vísa, at upsin er hampiliga væl fyri, meðan toska- og hýsustovnarnir enn eru sera illa fyri. Tilgongdin hjá toski og hýsu hevur svikið í fleiri ár á rað enn nakrantíð áður í nýggjari tíð.

Ábendingar eru tó um, at 2015-árgangurin hjá hýsu er toluligur og at 2016 er góður, so vónir eru um ein ávísan bata í tilgongdini til hýsustovnin. Toskaárgangurin 2015 er lítil, men 2016-árgangurin sær út til at vera toluligur, tó undir miðal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168