- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógin ikki ein forðing
Lógin ikki ein forðing
Eingin lóg ella lógarbroyting krevst fyri at landa til eitt móttøkuskip hjá Varðanum pelagic, meðan virkið á Tvøroyri verður bygt uppaftur
15.06.2017 - 08:57
Eingin lóg ella lógarbroyting krevst fyri, at skipini hjá Varðanum og onnur skip landa til eitt móttøkuskip hjá Varðanum pelagic, meðan virkið á Tvøroyri verður bygt uppaftur.
Fiskimálaráðið vísir til kunngerðirnar um fiskiskap eftir norðhavssild, makreli og svartkjafti í 2017.Sambært teimum kann Vørn geva loyvi til móttøkuskip at virka fiskin.
Sambært galdandi lóg um uppsjóvarfiskiskapin skulu tvær krónur rindast fyri kilo av makreli og norðhavssild í avreiðingargjaldi til landskassan, tá fiskurin verður latin móttøkuskipi undir fremmandum flaggi til virkingar ella frystingar.
Hetta er tó ikki galdandi, um móttøkuskipið er undir føroyskum flaggi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV