Nú verður kommunan kærd

Nú verður kommunan kærd
Fólk í Kaldbak vilja ikki, at Tórshavnar kommuna ger eitt vinnuøki á Sundi
Í einari yvirlýsing, sum varð gjørd á borgarafundinum í gjárkvøldið, verður framferðin hjá Tórshavnar kommunu átalað
 
13.06.2017 - 08:13

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, fær fyrsta dagin ein kæru um Tórshavnar kommunu. Kæran varð skrivað og samtykt á borgarafundinum í Kaldbak í gjárkvøldið.

Fólk í Kaldbak vilja ikki, at kommunan ger eitt vinnuøki á Sundi. Tórshavnar kommuna legði ikki uppskotið um vinnuøkið fyri Kaldbaksnevndina í 2016.

Í einari yvirlýsing, sum varð gjørd á borgarafundinum í gjárkvøldið, verður framferðin hjá Tórshavnar kommunu átalað. Sagt verður, at nærum øll fólk í Kaldbak mótmæltu í januar í ár ætlanini um at gera vinnuøki á Sundi.

SÍ EISINI Almennur borgarafundur um grótið á Sundi

Borgarafundurin harmast um, at Tórshavnar býráð ikki tá setti seg í samband við Kaldbaksnevndina ella við fólkið í Kaldbak.

Borgarafundurin í Kaldbak heitir á býráðið um at taka málið um vinnuøkið á Sundi uppaftur og fylgja ásetingunum fyri Kaldbaksnevndina, samanleggingarsáttmálan frá 1976 og kunngerðina um samanleggingina millum Tórshavn og Kaldbak.

Annika Olsen, borgarstjóri, boðaði í gjár frá í skrivi frá meirilutanum í býráðnum, at í byggisamtyktini frá 2006 er økið eystan fyri Sundsá broytt til havnarøki.

SÍ EISINI Kæra væntandi kommununa

Hesum tók staðbundna nevndin, sum tá var í Kaldbak, undir við. Í mong ár hevur tí verið greitt, at Sund, bæði vestan fyri og eystan fyri Sundsá, er lagt út til vinnuligt virksemi.

Meirilurin í býráðnum ásannar, at Kaldbaksnevndin varð ikki hoyrd í fjør, tá býráðið samtykti at taka grót frá Eysturoyartunlinum og leggja tað eystan fyri Sundsá. Tað er stak óheppið.

Tórshavnar havn hevur fingið eina ítøkiliga umsókn um at brúka ein part av nýggja vinnuøkinum á Sundi til aling á landi, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209