- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur fyri ferðsluóhapp
Ein 40 ára gamal maður hevur mist koyrikortið treytað og fingið 1500 krónur í sekt fyri at bróta ferðslulógina. Hann skal eisini rinda sakarkostnaðin.
Ferðsluóhappið hendi seinnapartin hósdagin 8. desember í fjør á Hvítanesvegnum, oman fyri Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum.
Noktaði seg sekan
Sambært dóminum, sum Føroya rættur hevur lagt á heimasíðuna, koyrdi bilførarin ov skjótt, tá hann nærkaðist gonguteiginum. Hann var ikki nóg ansin. Hann átti at havt stegðað.
Bilførarin noktaði seg sekan. Hann helt, at genturnar stegðaðu á miðteiginum á vegnum, tí hann var so nær við gonguteigin.
Bilførarin missir koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann varðveitir koyrikortið, um hann ikki brýtur ferðslulógina næstu trý árini.