Nýggjur ríkisumboðsmaður settur í næstum

Nýggjur ríkisumboðsmaður settur í næstum
Freistin, at søkja starvið, var úti fríggjadagin 2. juni. Men almenningurin fær ongantíð at vita, hvussu nógv søktu starvið sum ríkisumboð
Nýggjur ríkisumboðsmaður skal setast í næstum setast í næstum
 
04.06.2017 - 16:35

Í næstum verður nýtt ríkisumboð sett í starv í Føroyum. Forsætismálaráðið í Danmark, sum setur starvið, vil ikki upplýsa talið á umsøkjarum.

- Vit plaga ikki at upplýsa talið á umsøkjarum, tá talan er um størv av hesum slag, sigur Anne Dannerfjord, skrivstovustjóri á Norðuratlantsskrivstovuni hjá Forsætismálaráðnum. Hon sigur, at tað er ikki bara, tá talan er um starvið sum ríkisumboð, at tey ikki upplýsa umsøkjaratal. Hetta er eisini galdandi, tá talan er um onnur líknandi størv.

Sambært starvslýsingini verða setanarsamrøður í viku 24 og viku 25. Tað vil siga í tíðarskeiðnum frá 12. til 25. juni. Starvið sum ríkisumboð í Føroyum skal setast frá 1. august, ella skjótast gjørligt eftir tað. Starvið sum ríkisumboð er lønt í 39. lønarflokki, sum gevur góðar 56.000 krónur um mánaðin. Haraftrat fær ríkisumboðið møguleika at avtala ískoyti til lønina.

Í forsætismálaráðnum vilja tey helst hava starvið áramálssett, og fyri hetta verður veitt eitt eyka ískoyti til lønina. Er talan um tænastumann, ber eisini til at fáa eitt serligt føroyaískoyti, sum gevur góðar 38.000 krónur aftrat um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212