- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj bók um seyð og seyðahald í Føroyum
Bókin er úrslit av eygleiðingum, kanningum og gransking, sum Helgi í Brekkunum sjálvur hevur gjørt. Hann fer millum annað aftur í søguna og kannar áseyðatal, og hann skrásetur, hvussu veðrið ávirkar trivnaðin og vektina á seyði.
Helgi greiðir frá royndum og ábótum, ið hava verið gjørdar gjøgnum tíðina, til dømis í Hvalvík, har Helgi sjálvur hevur fingist við seyð.
Tað er Sprotin, sum hevur givið bókina út.
Steintór Rasmussen, sum í fjør debuteraði við krimiskaldsøguni "Deyðin fer í bindiklubb", er eisini aftur á marknaðinum við nýggjari krimi. Bókin eitur "Hevndin úr havsins dýpi", og er framhald av teirri fyrru. Bøkurnar báðar vóru lagdar fram á Mentanarnáttini fríggjakvøldið.
Hoyr samrøðu, sum Rúni Jákupsson gjørdi um nýggju bókina hjá Steintóri Rasmussen.