- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samskifta um betri kommunulæknaviðurskifti
Samskifti millum Kommunulæknafelagið og Heilsumálaráðið er batnað, síðani Kommunulæknafelagið fyri góðum mánað síðani hótti við at fara í verkfall.
- Vit tosa saman, og tað gongur framá. Longu nú er nakað hent, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum.
Kommunulæknafelagið rópti varskó fyri góðum mánaða síðani, tí arbeiðsumstøðurnar hjá kommunulæknunum eru út av lagi vánaligar.
Høvuðstrupulleikin er, at arbeiðsbyrðan hjá fleiri kommunulæknum er ov tung - tí ov nógvir sjúklingar eru fyri hvønn lækna.
Lønarviðurskiftini eru eisini vánalig, og alt hetta hevur við sær, at tað er trupult at fáa kommunulæknar í fast starv í Føroyum.
Kommunulæknarnir samskifta við Heilsumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Heilsutrygd um eina loysn - tað gongur væl, sigur Marjus Dam, sum ikki vil gera samrøðu við Útvarpið, so leingi tingingar eru.