- Tíðindi, mentan og ítróttur
Remøy latin leysur
Remøy latin leysur
Tveir føroyingar eru við norska rækjutrolaranum, sum nú er á veg til Noregs
Mynd: Remøy Havfiske
02.06.2017 - 07:56
Norski rækjutrolarin Remøy og teir átta menninir, sum vóru eftir í Murmansk, eru nú á veg heim til Noregs.
Kósin er sett móti Tromsø, hagar skipið kemur í morgin.
Tað skrivar reiðarafelagið, Fiskebåt.
Remøy lá í Murmansk í tríggjar vikur. Russiska vaktartænastan tók 10.mai skipið fyri ólógligan fiskiskap.
Høvdu ikki loyvi
Skipið fiskaði rækju í russiskum sjógvi. Hóast skipið hevði loyvi til tess, stóð tað ikki í loyvinum.
Norska fiskimálaráðið hevði gloymt at sett kross ella flugubein í loyvið hjá Remøy.
24.mai fingu níggju menn loyvi til at fara til Noregs.
Tveir føroyingar vóru við Remøy.
Russisku myndugleikarnir eru ikki lidnir at viðgera málið hjá Remøy
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV