Krøvini til fiskavørur ikki slakað

Krøvini til fiskavørur ikki slakað
Poul Michelsen, landsstýrismaður, slapp ikki at gera matvørulógina so lagaliga sum hann ætlaði
 
01.06.2017 - 12:08

Bæði samgongan og andstøðan atkvøddu fyri einum broytingaruppskoti hjá seks av sjey limum í Vinnunevndini. Ætlanin hjá landsstýrismanninum var at sleppa fleiri matvørum undan løggilding ella skráseting.

Men ein stórur meiriluti í Vinnunevndini mælti til at strika fisk, fiskavørur og skeljadjór í lógaruppskotinum. Tingfólk í samgonguni og í andstøðuni halda, at fiskivinnan er so stórur og týðandi partur av føroyska samfelagnum, at tey samtyktu ikki at slaka krøvini til føroyskar fiskavørur. 

Tey halda eisini, at uppskotið er ov víðgongt viðvíkjandi víðari framleiðslu í Føroyum úr innfluttum matvørum. Tingið samtykti tí, at lógin bara verður broytt til at umfata mjólkarúrdrátt og svínakjøt. Tey hugsa tá um ostar og skinkur, sum verða innflutt til at ræsa og turka í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212