- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almenn hoyring um byggihøll
Almenn hoyring um byggihøll
Almenningurin sleppur nú at gera viðmerkingar til ætlanina at byggja eina 50 metrar høga høll á Skála
Mynd: MEST
01.06.2017 - 09:26
Málið um at byggja stóru dokkhøllina hjá skipasmiðjuni, MEST, á Skála verður nú lagt út til almenna hoyring. Almennur borgarafundur var týskvøldið í síðstu viku.
Frá 6. juni til 27. juni liggur broytingin í byggisamtyktini frammi á býráðsskrivstovuni og kunningarstovuni í Saltangará í vanligari upplatingartíð.
Endafreistin fyri møguligum mótmælum og/ella broytingaruppskotum til byggingina er sett til 18. juli 2017. Tað sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.
Runavíkar býráð viðgjørdi málið um byggingina á Skála á fundi dagin eftir borgarafundin í síðstu viku. Kommunan gjørdi tá av, at málið skal út til almenna hoyring.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV