- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjálvboðin tóku fleiri tons av burturkasti upp
Tey gingu ikki tómhent - tey 45 sjálvbodnu fólkini, sum leygardagin tóku seg saman og tóku alt ruskið, sum lá og rakst á Trongisvágsbotni í Suðuroy, upp.
Sí video og myndir niðanfyri
Tað bleiv upp í 55 rusksekkir av burturkasti, umframt ymiskar størri lutir, sum tyrla kemur at taka upp seinni. Til dømis ein aliring, skrivar umhvørvisátakið, Ringrás, á Facebook.
Greinin heldur fram niðanfyri
Video: Soleiðis sá Trongisvágsbotnur út áðrenn ruddingina
- Hetta var allarhelst Føroya størsta ruddingartiltak, skrivar Ringrás, ið hevur sett sær fyri, at varpa ljós á og miðla boðskapin um dálking ymsa staðni í Føroyum.
Niðanfyri her síggjast myndir frá ruddingarátakinum leygardagin, sum umhvørvisátakið, Ringrás, hevur lagt á facebooksíðuna eftir ruddingarátakið um vikuskiftið.