Sea Shepherd ikki framt herverkið

Sea Shepherd ikki framt herverkið
Felagsskapurin brúkar ikki herverk í sínum herferðum móti grindadrápi, sigur talsmaður hjá Sea Shepherd
Sea Shepherd hevur ikki gjørt seg inn á Lítlu havfrúnna, sigur ein talsmaður hjá felagsskapinum við danskt blað
Mynd: DR  
 
30.05.2017 - 13:14

Sea Shepherd hevur ikki gjørt seg inn á Lítlu havfrúnna í Keypmannahavn. Felagsskapurin brúkar ikki herverk í sínum herferðum móti grindadrápi, sigur Lukas Erichsen, formaður í skandinavisku deildini hjá Sea Shepherd, við Politiken. 

Men Sea Shepherd tekur undir við boðskapinum, sum er málaður við reyðum framman fyri Lítlu havfrúnna, sigur Lukas Erichsen.

SÍ EISINI Grindadráp orsøk til herverk

Hann sigur, at Sea Shepherd higartil hevur savnað 135.000 undirskriftir móti grindadrápi, sum verða sendar til ES-nevndina, tí Danmark er í ES og Danmark eigur, sambært felagsskapinum, at fáa Føroyar at gevast við grindadrápi.

Lítla havfrúgvin er málað reyð, og framman fyri hana er skrivað við reyðum teksti: "Denmark defend the whales of Faroe Islands," tað er Danmark, verj hvalirnar við Føroyar.

Herverkið politiskt

Herverkið er helst er framt í nátt, og endamálið er politiskt, sigur vakthavandi hjá løgregluni í Keypmannahavn við Jyllands-Postin. Sambært vakthavandi var tað Ekstrablaðið, sum meldaði herverkið.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at herverk er framt á havfrúnna á Longulinju. Tvær ferðir er høvdið sagað av, tað var í 1964 og í 1998, og í 1984 var armurin sagaður av.

Men tað er ikki fyrstu ferð, at máling er stoytt á havfrúnna. Standmyndin av havfrúnni varð gjørd í 1913, og bryggjarin, Carl Jacobsen, læt Keypmannahavn hana sum gávu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212