- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexit ávirkar kanska fiskivinnuavtalur
Danmark vil hava Føroyar og Grønland við í samráðingarnar um Brexit. Tað viðganga danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, sambært grønlendska kringvarpinum, KNR.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur upplýst fyri Fólkatinginum, at ein bólkur undir forsætismálaráðnum hevur samskifti við Føroyar og Grønland fyri at tryggja áhugamálini hjá ríkisfelagsskapinum, tá nýggjar avtalur skulu gerast millum danska statin og Bretland.
Samstundis er danska sendistovan í London eisini opin fyri, at Føroyar og Grønland kunnu leggja fram síni sjónarmið fyri bretar, segði Lars Løkke Rasmussen. Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, váttar eisini hetta í brævi til grønlendsku fólkatingskvinnuna, Aaju Chemnitz Larsen.