Góðtaka ikki framferðina

Góðtaka ikki framferðina
Kommunufelagið og Tórshavnar kommuna stevna Mentamálaráðnum í einum máli um, hvussu ásetingin um kærumyndugleika á dagstovnaøkinum skal tulkast
 
29.05.2017 - 14:53

Kommunufelagið ivast onga løtu í, at Løgtingið ongantíð hevur ætlað, at vanlig starvsfólkamál skulu kunnu kærast sambært dagstovnalógini Tí kann felagið ikki góðtaka framferðina hjá Mentamálaráðnum og Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Hetta endurtekur felagið, nú Innlendismálaráðið fer at geva øllum 13 býráðslimum í Havn 300 krónur í sekt hvønn dag frá 7. juni at rokna.

Sektina fáa tey, tí Tórshavnar kommuna vil ikki geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum, tveimum starvsfólkamálum, á dagstovnaøkinum. Pedagogfelagið hevur kært fyri tveir limir sínar.

Fyri at fáa endaliga greitt, hvussu lógin skal tulkast, hava Kommunufelagið og Tórshavnar kommuna gjørt av at fara í rættin við málinum. Tey fara at stevna Mentamálaráðnum.

Sama tvístøða í 2014

Kommunurnar góðtaka ikki, at starvsfólk í dagsstovnunum sum tann einasti starvsbólkurin hjá kommununum hevur ein landsmyndugleika, Mentamálaráðið, sum kærumyndugleika. 

Sama tvístøða var á sumri í 2014. Tá skrivaði Mentamálaráðið til Almannamálaráðið, at landsstýrismaðurin í mentamálum umhugsaði at broyta dagstovnalógina, so kommunalt sett fólk á dagstovnaøkinum ikki høvdu ein rætt, sum eingi onnur starvsfólk hjá kommununum hava, tað er rættin at kæra til Mentamálaráðið.

Kommunufelagið sigur, at síðani eru liðin trý ár, men einki er hent. Mentamálaráðið sigur, at Løgtingsins umboðsmaður í 2010 gav ráðnum viðhald í sambandi við eitt mál millum Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið um eina uppsøgn á dagsstovnaøkinum, sum varð kærd til Mentamálaráðíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212