- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera nú forkanningar
Endamálið er at skráseta og skjalfesta báðar støðirnar. Forkanningin er neyðug fyri at taka støðu til, hvat skal henda við Føroyingahavnini, Nordafar og øðrum smærri føroyskum útróðrarstøðum í Vesturgrønlandi.
Talan er um leivdir av bygningum í Ravnsoynni frá 1926, í Føroyingahavnini frá 1927, leiðum við Tovkusak frá 1934 og Føroyingahavnini í Aasiaat-økinum frá 1939. Støðin hjá Nordafar var virkin frá 1953 til 1985.
SÍ EISINI Fara nú at rudda Føroyingahavnina
Tað er eitt politiskt ynski frá grønlendskum myndugleikum, at Føroyar rudda upp eftir sær í Føroyingahavnini, men áðrenn støða verður tikin til burturbeining, varðveiting ella partvísa varðveiting, er neyðugt við einari forkanning.
Tí setti Løgmansskrivstovan í fjør ein bólk at standa fyri at fyrireika forkanningina. Andras Mortensen, søgufrøðingur, er formaður í bólkinum. Ein frágreiðing verður orðað seinni, og hon verður latin landsstýrunum i Føroyum og Grønlandi.
Samstarva við grønlendingar
Við á ferðini eru Bárður í Baiansstovu, arkitektur, og Helgi Johannesen, byggifrøðingur, frá Landsverki, Max Cecil Weihe, fyrrverandi stjóri í Nordafar, og Erland Viberg Joensen, savnsvørður á Søvnum Landsins, sum stendur á odda fyri kanningarliðnum.
Søvn Landsins hava ábyrgdina av kanningarferðini. Forkanningin verður gjørd í samstarvi við grønlendska tjóðsavnið.
Grønlendskir savnsvørðir taka myndir, skráseta og skjalfesta Føroyingahavnina og Nordafar, og økið nærindis. Ein heimasíða er gjørd í sambandi við verkætlanina. Hon eitur foroyingahavn.fo