- Tíðindi, mentan og ítróttur
Farstøðin umbyggjast
Farstøðin umbyggjast
Býráðið í Havn hevur samtykt at játta pening til at gera byggiskrá og skipanaruppskot
26.05.2017 - 09:46
Farstøðin á Eystaru bryggju í Havn skal umbyggjast. Tað hevur býráðið samtykt. Hvørt ár fara 400.000 ferðafólk um farstøðina og talið vaksandi. Hetta eru fólk, sum ferðast við Norrönu ella Smyrli.
Av tí at plássið er avmarkað at byggja á, má trupulleikin loysast í verandi farstøð, sum verður umbygd, so fermetratalið tvífaldast, so ferðafólk kunnu bíða innandura.
Býráðið hevur einmælt samtykt at játta 223.000 krónur til byggiskrá og skipanaruppskot.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV