Landsstýrismálanevndin fund í morgun

Landsstýrismálanevndin fund í morgun
Løgmaður hevur latið nevndini sínar viðmerkingar um fyribils niðurstøðuna hjá nevndini í málinum um hjúnabandslógina
Jógvan Skorheim er formaður í landsstýrismálanevndini
 
19.05.2017 - 07:59

Líkt er nú til, at løgtingið longu í dag fær at vita, hvat Landsstýrismálanevndin heldur um tað, at løgmaður legði grein 14, stykki tvey, í hjúnabandslógini í málsøkið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, hóast hjúnabandslógin sum so ikki er yvirtikin enn. 

Tí eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði við Útvarpið í gjár, at hann ætlar at lata nevndini sínar viðmerkingar um fyribils niðurstøðuna hjá nevndini klokkan átta í morgun, hevur nevndin ásett fund at vera í morgun klokkan hálvgum níggju.

Á skránni er kæran hjá Miðflokkinum um løgmann.

Andstøðan vil hava svar

Andstøðuflokkarnir vildu hava løgmann at svara fyribils niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini í kærumálinum um hjúnabandslógina, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð og atkvøðugreiðslu í dag.

Flokkarnir siga, at tað er sera óheppið, at niðurstøðan frá Landsstýrismálanevndini ikki er løgtinginum kunnug, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð í tinginum. 

Løgmaður hevur freist til týsdagin í næstu viku klokkan fýra seinnapartin at svara Landsstýrismálanevndini.

Nógv mál á skránni

15 mál eru á dagsskránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan hálvgum tíggju dag

Málið um broytingina í hjúnabandslógini er nummar sjey á skránni og tað seinasta, sum atkvøðast skal um.

Síðani skulu tingmálini, sum vórðu løgd fram mánadagin, hava fyrstu viðgerð. Tey eru sjey í tali. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859